Depay skiftir felag

Manchester United-leikarin væntast at skifta til franskt stórfelag.

Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá Memphis Depay, síðani Manchester United keypti hann fyri smáar 200 milliónir krónur úr PSV Eindhoven fyri hálvum øðrum ári síðani.


22 ára gamli hollendingurin hevur einans spælt 20 minuttir av Premier League-fótbólti hetta kappingarárið, og vánaligu útlitini fyri spælitíð undir José Mourinho fáa nú avleiðingar.


Franska felagið Lyon hevur í eina tíð sýnt áhuga í Memphis Depay, og í dag skrivar Goal, at boðið hjá franska felagnum er nóg gott til at Manchester United fer at taka av.


Eisini Everton hevur sýnt áhuga í honum, men tað er Lyon, sum vil rinda mest. Goal skrivar, at Lyon fer at rinda áleið 130 milliónir krónur fyri Depay, sum væntast at skifta ein av komandi døgunum.