Diego Costa aftur til Spania

Chelsea váttar í dag, at áleyparin nú fer úr felagnum.

Diego Costa hevur ikki spælt ein dyst við Chelsea síðani mai-mánaða, og sambært søgunum, so er hetta orsakað av ósemjum ímillum hann og venjaran, Antonio Conte.


28 ára gamli áleyparin hevur verið spáddur ávegis úr enska felagnum, og í dag eru tíðindini so loksins váttað, at hann gevast hjá ensku meistarunum.


Chelsea skrivar á heimasíðu sínari, at felagið er vorðið samt við fyrrverandi felagið hjá Costa, spanska Atlético Madrid, um eina sølu. Hetta tó treytað av, at Costa klárar læknakanningina.


Um skiftið hjá Diego Costa gongur sum ætlað, so sleppur hann tó ikki at spæla fyri Atlético Madrid fyrr enn flytingargluggin letur upp aftur í januar næsta ár.


Chelsea keypti Diego Costa frá Atlético Madrid fyri trimum árum síðani fyri smáar 300 milliónir. Sambært the Guardian, so kostar tað nú Atlético Madrid 482 milliónir krónur at keypa hann leysan.