Disa og Michel vunnu

Árliga Búrøkt Cup var um vikuskiftið í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er TREC líknandi kapping, har ross og reiðfólk skulu klára seg sum skjótast um nakrar forðingar og ymiskar uppgávur. Tað er tó ikki bara tíðin sum telur. Klárar tú ikki eina forðing ella uppgávu, fært tú minusstig, og gerst tú onkra uppgávu eyka væl, fært tú plusstig.

 

TREC er kappingargrein, ið er vælumtókt í Evropa, men nú er líkt til, at hon eisini hevur møguleika at vinna sær fótafestið í Føroyum. Tað eru serliga tey ungu, ið dáma væl at kappast á hendan hátt.

 

Hjá teimum ungu var kappingin sera spennandi, men endin var, at Eva Louise Schiller Klemmentsen á Tátti vann. Eva Louise er ein av teimum ungu, sum ger nógv við at venja ross sítt, so hetta var kanska ikki ein heilt óvæntaður sigur

 

Hjá teimum vaksnu vann Michel Nielsen á Disu. Michel hevur leingi gjørt nógv burturur at venja síni ross til líknandi uppgávur, so tað kom heldur ikki óvart á, at hon vann millum tey vaksnu.