Leita á in.fo

Tróndur Arge 06.10.2018 (13:30)

Dómarafeilur: Viljormur Davidsen útvístur (Video)

Tað bleiv ein sannur marrudystur fyri Vejle BK og Viljorm Davidsen, tá teir vitjaðu í Sønderjyske í gjár. Føroyski landsliðsbakkurin bleiv útvístur eftir bara 18 minuttir í einum dysti, sum Sønderjyske vann 3-0.

 

Hendingin, sum Ekstrabalðið kallar fyri “kæmpe dommerfejl”, hendir aftaná 18 minuttir, tá ein spælari hjá Sønderjyske rennur framvið Viljormi Davidsen, og ætlar sær út í høgru við bóltinum. Sjónbandamyndirnar vísa greitt, at føroyski spælarin roynir at sleppa undan samanstoytinum, men at beinini renna saman.

 

Spælari er á veg vekk frá málinum, men í sínum bara triðja frísparki í allar Superliguni í ár, fær Viljormur Davidsen beinleiðis reytt kort. Frásøgumaðurin og viðmerkjari á TV3 Sport halda báðir, at talan er um gult kort. Fyrrverandi dómarin, Kenn L. Hansen, er eisini samdur, tá hann verður spurdur á Twitter, um hetta ikki er ársins feildómur.

 

- Eg eri ikki sikkur upp á, at hetta er ársins størsti dómarafeilur, men samdur – tað sær skeivt dømt út, sigur fyrrverandi dómarin, Kenn L. Hansen.

 

Ekstrablaðið kallar tað fyri eina risa dómaravillu, og heldur fyri, at tað er púra óskiljandi, at dómarin, Sandi Putros, gav føroyska spælaranum reytt kort. Viljormur Davidsen hevur spælt allar dystirnar hjá Vejle BK í hesum kappingarárinum, meðan nú er líkt til, at hann má sita uttanfyri – orsaka av eini risa dómaravillu.

Vejle BK er í løtuni á næstniðasta plássinum í Superliguni.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hendingina, og málini frá dystinum millum Sønderjyske og Vejle.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her