Donsk kvinna vann bikini fitness kappingina

Burn Showdown: Eingin av teimum føroysku endaði millum tríggjar tær ovastu til bikini fitness kappingina í Burn Showdown

Tað hevur verið kappast í fýra ymiskum greinum til Burn Showdown kappingina í høllini á Hálsi í kvøld. Tær fýra kappingarnar hava verið í bikini fitness, í women’s figure, í men’s physique og í Miss Føroyar.

 

Fyri løtu síðani vóru úrslitini greið í bikini fitness, har fýra føroyskar gentur stillaðu upp. Eingin av teimum megnaði tó at enda millum tríggjar tær ovastu, tí tríggjar danskar bikini damur endaðu omanfyri tær føroysku. Tað endaði við at Ann Sofie Gustavsen úr Randers endaði við at vinna bikini fitness kappingina.

 

Av teimum føroysku endaði Bina Ólavsdóttir úr Vágunum ovast. Hon endaði á fjórða plássi, meðan Birita Joensen úr Vági endaði nummar 5 og Elisabet Dam Jacobsen úr Havn endaði sum nummar 6.

 

Tær sum stillaðu upp til Bikini Fitness vóru hesar:

Nina Norden Andersen

Natasja Skoglund frá København

Bina Ólavsdóttir úr Vágum

Ann-Sofie Gustavsen frá Randers

Birita Joensen úr Vági

Eva Behrmann frá Herlev

Elisabet Dam Jacobsen úr Havn

Penille Kjellstrøm frá Herlev