Doping: Gloppa dyrnar fyri Russlandi

- Hetta kenst sum ein frammaná til allar teir reinu íðkararnar, sigur ein av teimum mongu ónøgdu.

Altjóða sambandið ímóti doping í ítrótti, WADA, hevur avgjørt at strika bannið ímóti russiska antidopingsfelagsskapinum, Rusada, sum varð sett í gildi eftir stóru dopinggøluna í 2016, har eisini russiska sambandið fyri frælsan ítrótt varð bannað eftir at tað kom undan kavi, at Russland fekst við umfatandi og skipaða dopingmisnýtslu.


Bannið hjá russiska sambandinum fyri frælsan ítrótt er framvegis galdandi, men á fundi í Seyskelloyggjunum í dag hevur WADA, eftir tilmæli frá óheftum kanningarliði, gjørt av at strika bannið ímóti Rusada, sum annars sjálvt átti ein leiklut í stóru dopinggøluni í 2016. Nú skal tó ruddast, og Rusada skal vera við.


WADA greiðir frá, at við at loyva Rusada við aftur, fæst atgongd til upplýsingar í kanningarstovuni í Moskva, sum hevur havt týðandi leiklut í dopingini og møguliga fjalir avgerandi upplýsingar. WADA-forsetin, Sir Craig Reedie, undirstrikar samstundis á Twitter, at um Rusada ikki samstarvar, so verður bannið sett aftur í gildi.


At strika bannið ímóti Rusada hevur fingið øði í so mong. Antidopingsfelagsskapirnir í Avstralia, Kanada, Finnlandi, Írlandi, Japan, Hollandi, Eysturríki, Nýsælandi, Noregi, Póllandi, Stórabretlandi, USA og Týsklandi høvdu undan fundinum í felag mótmælt ætlanunum um aftur at blástempla Rusada.


Lítið hjálpti, tí við níggju atkvøðum fyri og tveimum ímóti er Rusada nú aftur partur av WADA. Ein av nevndarlimunum í WADA, Beckie Scott, hevur orsaka av avgerðini valt at leggja frá sær, og sum heild eru tað nógvar atfinningarsamar røddir, sum geva ljóð frá sær í kjalarvørrinum á avgerðini hjá WADA.


- Hetta kenst sum ein frammaná til allar teir reinu íðkararnar í heiminum, sum høvdu álit á at WADA fór at raðfesta okkum ovast, sigur svenski skíðskjúttin, Sebastian Samuelsson, við Sportbladet.


Grigory Rodchenkov, sum áður hevur verið ovasti á kanningarstovuni í Moskva, og er maðurin, sum byrjaði at leka upplýsingar um dopingina, er eisini ovfarin av avgerðini.


- Avgerðin hjá WADA um at loyva Russlandi inn um aftur er størsta svikagerðin ímóti reinum íðkarum í olympisku søguni, sigur hann umvegis sakførara sín, Jim Walden, sambært AP.