Dopingbannið ikki langt nokk

Tað sigur heimskendur svimjari um dopingbanninið hjá tveimum kappingarneytum hjá Páli Joensen

Fyrrverandi avstralska heimsstjørnan í langteinasvimjing, Grant Hackett, heldur lítið um 18 mánaðar bannið hjá 25 ára gamla Tae-Hwan Park, sum í september í fjør bleiv tikin fyri brúk av testestoron.

 

- Eg hevði væntað, at tá ein svimjari verður tikið í 2014, so skal hann ikki kunna luttaka í OL í 2016 – bara tvey ár seinni. Her haldi eg at Tae-Hwan Park er heppin, sigur Grant Hackett við The Sidney Morning Herlad.

 

Til OL í London í 2012 tók Sun Yang heimsmetið hjá Grant Hackett á 1.500 metrinum á langgeil, meðan Grant Hackett framvegis hevur metið á stuttgeil.

 

- Sum svimjari vónar tú bara, at hinir eisini eru reinir og ikki brúka doping, tá tú ert í hylinum saman við teimum. Eg vóni bara, at alt er sum tað eigur at vera, tá OL í Rio byrjar, sigur Grant Hackett, ið ávarar Sun Yang og Tae-Hwan Park um, at tað verður fylgt eyka væl við gongdini hjá teimum í framtíðini orsaka av dopingdóminum.

 

Meðan Tae-Hwan Park hesa ferð hevur fingið 18 mánaðar bann, so fekk Sun Yang bara tríggjar mánaðar bann í loyndum, tá hann bleiv tikin fyri doping.

 

- Eg eri vónbrotin av, at teir báðir eru tiknir fyri doping. Serliga sakin við Sun Yang smakkar illa, tí ongin visti av, at hann hevði sitið uttanfyri fyrr enn hann svam aftur tríggjar mánaðar seinni, sigur Grant Hackett, sum gavst at svimja í 2008, meðan nú aftur er hoppaður í hylin.

 

Tae-Hwan Park og Sun Yang eru favorittar at vinna fleiri gullheiðursmerki í Rio í 2016.