Dreingir 18: H71 steypavinnari

Talan verður um tvífalt ball í Hoyvík í kvøld

H71 er steypavinnari í aldursbólkinum dreingir 18. H71 var omaná allan dystin, og tað var sum so ikki tann stóri spenningurin um hvør fór at vinna. VÍF hevði tó fleiri góðar løtur í dystinum, men tað stóð ikki mát við evnaríka H71 liðið, sum gjørdi mansliðnum eftir við at vinna steypakappingina.

 

Kaj Johannesen úr VÍF bleiv valdur til dagsins spælara. H71 er verandi steypavinnari og tí kunnu teir vinna steypið til ongar, um tað eydnast at vinna tað aftur komandi kappingarár. Venjarar hjá H71 eru Mark Laursen-Marcer, Hans Kári Hansen og Sigmund Dahl.

 

VÍF - H71 31-36

<script id="43713_c_432803" width="960" height="330" src="//player.dacast.com/js/player.js" class="dacast-video"></script>