Dreingir U16: HB er streypavinnari

Hóast NSÍ trýsti, so vann HB 4-0

Dreingirnir hjá HB eru vinnarar av Blaðberasteypinum, sum spælt verður um í aldrusbólkinum U16. Hanus Sørensen skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, meðan innskiftu Tórmóður Djurhuus og Sámal Pauli B. Petersen staðfestu sigurin í seinna hálvleiki.

 

HB var eisini betra liðið í fyrra hálvleiki og hevði fleiri møguleikar. Aftaná 22 minuttir var Hanus Sørensen fyrstur á ein retur og lyfti bóltin í málið til 1-0. Beint fyri hálvleik økti sami Hanus Sørensen, tá HB’arnir fingu bóltin innfyri úr høgru. Hanus Sørensen setti fótin á bóltin og so var 2-0.

 

Í seinna hálvleiki royndi NSÍ at svara aftur. Tað bleiv til nakrar spentar støður, men ikki til nakað mál. HB fekk eisini ein spælara útvístan móti endanum fyri tvey gul kort.

 

Hóast tað, so megnaði HB at økja til 4-0 móti dystarenda. Fyrst Tórmóður Djurhuus og síðani Sámal Pauli B. Petersen, ið báðir blivu skiftir inn móti dystarenda.

 

HB: Bjarti V. Mørk, Vernar Olsen, Andrias Mikkelsen, Tróndur Mikkelsen, Bjarni Brimnes, Sveinur Lava Olsen, Símun Sólheim, Villiam Klein, Jógvan Petersen, Hanus Sørensen, Petur Ovi H. Dam.

 

Á bonkinum: Roðar Heðinsson, Sámal Pauli B. Petersen, Leivur F. Guttesen, Tórmóður Djurhuus og Regin í Geil Jacobsen

 

Venjari: Milan Cimburovic

 

NSÍ: Martin Danielsen, Meinhard D. Geyti, Tummas Knudsen, Hákun T. Natteroy, Hendrikur Davidsen, Jógvan Højgaard, Pól Jákup Lundsbjerg, Steffan Løkin, Sølvi Sigvardsen, Pætur Skipanes, Atli D. Petersen.

 

Á bonkinum: Dánjal Danielsen, Danial Danielsen, Eyðbjørn L. Arge, Hans Petur Weihe, Sjúrður Pauli Nielsen, Magnus Olsen og Aron Mikkelsen

 

Venjari: Ábraham Løkin