Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 15.07.2017 (15:33)

Drekin tók øll á bóli

Firvaldur hevði vunnið teir fyrst fimm róðrarnar í ár, og spurningurin var tí, um Firvaldur skuldi tryggja sær FM-heitið í Miðvági í dag.

Men soleiðis skuldi ikki ganga, tí Drekin vann ein óvæntaðan sigur við einum framúr róðri í dag.

Drekin og Firvaldur vóru langt framman fyri allar hinar bátarnar og róðu stavn um stavn til seinastu løtuna, tá ið Drekin fór tvær bátslongdir fram um Firvald og vann.

Harvið er framvegis nakað av spenningi um FM-heitið til seinasta róðurin á ólavsøku.

5-mannafør, gentur – úrslitið á vestanstevnu
1. Drekin 5:31:31
2. Firvaldur 5:36:35
3. Pílur 5:43:39
4. Báran
5. Royndin Fríða
6. Beinta
7. Kollur
8. Blikur
9. Hulda
10. Falkur
11. Fenja

5-mannafør, gentur – støðan 

1. Firvaldur 41 stig
2. Drekin 37 stig (1G)
3. Pílur 23 stig (2G)
4. Falkur 17 stig 
5. Hulda 13 stig
    Beinta 13 stig
7. Báran 9 stig
8. Blikur 7 stig
9. Kollur 5 stig
10. Royndin Fríða 4 stig
11. Fenja 0 stig