Leita á in.fo

Føroyski Christian Guttesen er uttastur til vinstru á myndini.

Pætur Albinus 12.03.2018 (22:05)

Dúva upp á danskt elitulið

Give Cykelklub í Danmark hevur seinastu árini uppalt fleiri góðar ungar súkklarar, sum leita sær til aðrar og størri býir at elta dreymin sum súkklarar á hægri støði. Soleiðis skal tað ikki longur vera, heldur súkklufelagið.


Give Cykelklub hevur nevniliga heldur valt at dúva upp á egið elitulið. Hetta avdúkaðu teir á tíðindafundi í dag. Liðið fer at eita Team Give Elementer powered by Storck, og við á liðnum er ein føroyingur.


Føroyingurin, sum er við á liðnum, eitur Christian Guttesen. Í løtuni eru teir seks súkklararnir á liðnum í C- og B-bólkunum í donsku kappingunum, men málið er at fáa súkklararnar upp ímillum teir bestu í A-bólkinum.


Súkklararnir á liðnum eru Kristian Danielsen, Thomas Gjødsbøl, Anders Bruun, Heino Skovbjerg, Christian Guttesen og Mads Mandrup. Fyrsta kappingin hjá teimum verður 25. mars í Rødekro.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her