Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.02.2018 (19:20)

Dýrastu hóparnir í Champions League

Í annaðkvøld verður farið í holt við 1/8-finalurnar í Champions League, og fyrstu liðini, sum fara at spæla, eru FC Basel – Manchester City og Juventus – Tottenham. Dystirnir byrja kl.19.45.


Manchester City eigur ein av dýrastu hópunum, sum eru eftir í kappingini, men tað eru tó tey bæði sponsku stórfeløgini, FC Barcelona og Real Madrid, sum hava munin.


Danska blaðið, Politiken, hevur gjørt ein lista av við teimum hópunum í Champions League, sum – leikara fyri leikara – hava mest virði. Listin sæst niðanfyri:


1. FC Barcelona – 6,8 milliardir krónur
2. Real Madrid – 6 milliardir krónur

3. Manchester City – 5,8 milliardir krónur
4. Paris Saint-Germain – 5,5 milliardir krónur
5. Manchester United – 5,1 milliardir krónur
6. Tottenham – 4,9 milliardir krónur
7. Chelsea – 4,8 milliardir krónur
8. Bayern München – 4,6 milliardir krónur
9. Juventus – 3,9 milliardir krónur
10. Liverpool – 3,8 milliardir krónur
11. AS Roma – 2,4 milliardir krónur
12. Sevilla – 1,8 milliardir krónur
13. FC Porto – 1,6 milliardir krónur
14. Shakhtar Donetsk – 0,8 milliardir krónur
15. Besiktas – 0,7 milliardir krónur
16. FC Basel – 0,4 milliardir krónur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her