Leita á in.fo

Teitur Joensen og Tróndur Arge tóku samanum hálvfinalusigurin hjá H71 ímóti Neistanum á Rás2

Heri Simonsen 11.02.2018 (18:15)

Dystarendin: Neistin-H71 18-21 (Rás2)

Tað verða H71 og Kyndil, sum møtast í steypafinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Kyndil vann 29-26 á VÍF í Vestmanna, og vann ein samlaðan 57-51 hálvfinalusigur. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 21-18 á Neistanum, og vann harvið ein samlaðan 58-53 hálvfinalusigur. Neistin var annars á odda 9-7 í steðginum í dystinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Tróndur Arge, frásøgumann hjá Rás2 siga frá dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari.


2) Hoyr Teit Joensen taka samanum um dystin. 

 

Teitur Joensen heldur, at álopsspælið hjá Neistanum punkteraði fullkomuliga í seinna hálvleiki, og tað bleiv ógvuliga avgerandi. Øvugt fekk H71, og ikki minst Peter Krogh glið á álopsspælið.

 

H71 er frammanfyri Kyndil í landskappingini, og er út frá tí favorittur til steypafinaluna, men Teitur Joensen heldur, at Kyndil hevur spælt seg væl upp seinastu vikurnar, har serliga Tummas Pauli Hanusarson hevur gjørt tað væl. Tí er einki givið í steypafinaluni millum H71 og Kyndil. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Peter Krogh hjá H71 hoyrist HER

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum hoyrist HER

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her