- Eg fekk ikki sagt nei

Zinedine Zidane fegnast um at vera aftur í Real Madrid, har hann kennir seg heima.

Í dag varð Zinedine Zidane kunngjørdur sum nýggjur venjari í Real Madrid, har hann tekur við eftir Santiago Solari, sum var fyribilsvenjari, men eftir vánalig úrslit seinastu tíðina nú hevur fingið sekkin.


Les eisini: Zidane er aftur í Real


Zinedine Zidane var venjari hjá Real Madrid frá januar 2016 og fram til mai í ár, men nú tekur hann so aftur við sum venjari í felagnum, har hann sjálvur spældi. Tilboðið var ov lokkandi, segði hann á tíðindafundi í kvøld.


- Eg fekk ikki sagt nei. Eg havi ein kærleika fyri felagnum, sum eingin kann taka frá mær. Eg havi spælt her og vart troyggjuna. Eg eri ein, ið arbeiðir fyri felagið. Eg gloymi ikki alt tað, ið vit hava vunnið, men tað vóru eisini ting, ið ikki gingu serliga væl. Í fjør duttu vit skjótt úr dystinum um meistaraheitið, sigur hann vísandi til kappingarárið, har teir í La Liga endaðu 17 stig aftanfyri FC Barcelona.


- Hetta er ein serligur dagur fyri meg. Eg eri glaður fyri at vera heima. Eg ynski at føra Real Madrid aftur til tað staðið, har felagið hoyrir heima. Eg eri glaður fyri at vera í hesum felagnum, og vit fara nú at hugsavna okkum um at enda kappingarárið so væl sum tilber, og síðani fara vit at leggja ætlanir fyri nýggja kappingarárið, segði Zidane víðari.


Zinedine Zidane, sum hevur fingið sáttmála fram til juni 2022, er triði venjarin í Real Madrid hetta kappingarárið, har Julen Lopetegui fyrst sat í stólinum áðrenn hann varð avloystur av tí nú uppsagda Santiago Solari.