- Eg komi sterkari aftur

Føroyski landsliðsprofilurin, Brandur H. Olsen, syrgir í dag yvir álvarsama skaðan – men ætlar sær at koma sterkari aftur

Føroyski landsliðsprofilurin, Brandur Hendriksson Olsen, fekk í dag eini tung boð, tá tað gjørdi greitt at hann hevur slitið krossbandið.

 

Hann skal tí undir skurð í næstum, og síðani skal hann í gongd við upptrena knæðið aftur, sum tekur langa tíð. Helst eitt stað millum seks til níggju mánaðir.

 

Hóast keðiligu boðini, hevur føroyski leikarin, ikki mist mótið. Í einum posti á sosiala miðlinum Instagram, skrivar Brandur Hendriksson Olsen soleiðis.

 

-       Trist at enda ein annar góðan uppstart uppá hendan mátan. Krossbandið er slitnað og tað bíðar ein lang og hørð upptrening aftaná skurðviðgerðina. Eri tó sikkur í, at eg skal koma sterkari aftur aftaná skaðan.

 

Føroyska landsliðið skal sostatt spæla uttan ein av sínum allarstørstu profilum teir flestu landsdystinar – um ikki allar – í 2017.