– Eg var øgiliga nervøsur

Fyrra FM-finalan millum Neistan og H71 endaðu við javnleiki 25-25. Men tað var ikki fyrr enn í síðstu løtu at Neistin javnaði uppá brotskast. Tað var Høgni Zachariassen, ið spældi sína fyrstu FM-finalu, sum var settur at taka. Hann skoraði trygt, sum hann hevði gjørt allan dystin. Hann fekk nevnliga heili fimm mál uppá brotskast í dystinum.

 

Ert tú nøgdur við javnleik?

 

– Ja, tá ið ein hyggur aftur á seinastu 15-20 minuttirnar av dystinum, haldi eg avgjørt, at vit kunnu vera nøgdir við javnleikin. Vit eru hesa løtuna stórt sæð allatíð aftanfyri við tveimum og trimum málum, og megna at stríða okkum upp á ein javnleik.

 

Hvussu kendist tað at skula taka eitt avgerandi brotskast í síðstu løtu?

 

– Nú var hetta mín fyrsti finaludystur í bestu føroysku deildini, so eg var sjálvsagt øgiliga nervøsur. Valdi eg sjálvur, hevði tað helst ikki verið eg, sum tók brotskastið, men eg havi tíbetur liðfelagar og venjarar, ið vísa mær álit, og tað er við til at menna meg nógv sum leikara.

 

Hvat manglaði í fyri at vinna dystin?

 

– Eg haldi, at tað vóru smálutir, ið gjørdu, at vit ikki megnaðu at vinna dystin. Vit brenna til tíðir illa, og kundu tað sama verið farnir til hálvleiks við einari trivaligari leiðslu. Í verjupartinum haldi eg eisini, at vit leingi hava gott tamarhald á støðuni. Vit eru tolnir og arbeiða hart, men hoyvíkingarnir eru dugnaligir í alopinum, og tí kemst heldur ikki uttan um, at teir til tíðir spæla seg framvið verju okkara.