Eggaba og Nikkel eru best

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kappingum í Runavíki.

 

Leygardagin 17/02 var FM á 12 metrun fyri børn/ung og sunnudagin 18/02 var kapping fyri tey vaksnu á 18 metrum.

 

7 skjúttar vóru møttir til kappingina hjá teimum ungu, 5 recurve og 2 compound. Føroyameistarar gjørdust Tóra Dinna Reynskor í recurve og Aleksandur Leitisstein í compound.

 

Tóra Dinna Reynskor vann 7-1 móti Eigili Oddmarson í finaluni, meðan Aleksandur Leitisstein vann 139 – 123 móti Hans Jákupi Højgaard.

 

Hjá teimum vaksnu vóru 9  skjúttar møttir til kapping, 5 compound og 4 recurve. Her var endin at Nikkel Petersen vann FM í compound. Jóannes Poulsen stóð seg annars betri í innleiðandi skjótingini, men í finaluni vann Nikkel Petersen 144 – 141.

 

Í recurve gjørdist Eggaba Andreasen FM- vinnari. Eins og í compound, so var tað ein annars, sum stóð seg best at byrja við, nevniliga Oddmar Nielsen, men í finaluni vann Eggaba Andreasen 6-2.