Leita á in.fo

Fróði Clementsen hevði í dag ábyrgdina av liðnum hjá B36, sum vann 5-1 á KÍ norðuri í Klaksvík

Heri Simonsen 18.06.2017 (20:05)

Ein hásur men fegin B36-hjálparvenjari

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, og í dag virkandi venjaran hjá B36, Fróða Clementsen, og við Jákup á Borg, høvuðsvenjara, sum hevði karantenu til dystin í dag, tá B36 vann 5-1 á KÍ norðuri í Klaksvík. 

 

Fróði Clementsen heldur, at tað eru ótrúliga gott av hansara monnum at megna at vinna 5-1 á einum vanliga torførum útivølli.

 

Jákup á Borg fegnast um, at hansara menn eisini stóðu væl í verjuni í dag. Tað hevur gingist væl at skjóta mál hjá B36, men tað hevur haltað við verjupartinum, men tann parturin riggaði í dag. Jákup á Borg heldur, at B36 verða øðiligir, tá bæði verja og álop fara at rigga til fulnar.

 

Fróði Clementsen var ein hásur maður aftaná 5-1 sigurin í Klaksvík í dag, men hann greiðir frá, at tað var tí hann skuldi rópa so nógv boð fyri Jákup á Borg út á vøllin. Jákup á Borg í sínum lagi gleðir seg til at standa við síðulinjuna aftur í komandi umfari.