Leita á in.fo

Bárður Olsen hjá AB er tann einasti av spælarunum sum kappast í hálvfinaluni, ið hevur vunnið løgmanssteypið áður

Heri Simonsen 15.05.2018 (22:55)

Bara Bárður hevur vunnið løgmanssteypið áður

Nú tað er greitt, at B36 og FC Suðringar skulu kappast um annað finaluplássið, og HB og AB skulu kappast um hitt finaluplássið í kappingini um løgmanssteypið kann staðfestast, at tað er bara ein spælari í øllum teimum fýra hálvfinaluhópunum sum hevur vunnið løgmanssteypið áður.

 

Bárður Olsen spældi við EB/Streymi í finalunum ímóti B36 í 2008 og HB í 2007, ið EB/Streymur ávikavist 3-2 á B36 og 4-3 á HB. Og er Bárður Olsen einasti hálvfinaluluttakarin, ið hevur vunnið løgmanssteypið. 

 

Annars hevur eingin av annar av øllum hinum spælarunum hjá HB, B36, Suðringum og AB vunnið løgmanssteypið áður. 

 

Símun Samuelsen hjá HB spældi við GÍ í finaluni um løgmanssteypið í 2003. GÍ tapti í finaluni 1-3 ímóti B36. 

 

HB vann seinast løgmanssteypið í 2004, og B36 vann seinast løgmanssteypið í 2006. HB var seinast í finaluni í 2014, og B36 tapti finaluna ímóti NSÍ í fjør. 

 

Liðini sum hava vunnið kappingina um løgmanssteypið seinastu seks ferðirnar, Víkingur, KÍ og NSÍ eru øll úti av kappingini. 

 

Suðringar og AB hava ikki vunnið løgmanssteypið áður. Seinasta suðuroyarliðið sum vann steypakappingina var TB. Mótstøðuliðið í finaluni var VB. Hetta var afturi í 1977. 

 

Kelda: Faroesoccer


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her