Eingin tekur Lars

Fótbóltsgalla 2018: Lars Müller er ársins dómari í Føroyum sjeynda árið á rað.

Tað er ikki líkt til, at Lars Müller er til at vippa av trúnuni sum Føroya besti dómari. Tað hevur hann prógvað enn einaferð, nú ársins dómarar eru kosnir á tiltakinum Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið, FM1 og FSF skipa fyri.


Lars Müller var hesaferð tilnevndur saman við Kára á Høvdanum og Peturi Reinert, og sjeynda árið á rað var tað altso Lars Müller, ið slapp upp á pallin eftir heiðurinum sum ársins dómari í bestu mansdeildini.


Í kvinnudeildini varð Jørleif Djurhuus valdur til ársins dómara. Hann er hjálpardómari í fremru mansdeildunum, men hann hevur í ár eisini verið høvuðsdómari nakrar ferðir - eitt nú í kvinnudeildini, har hann nú er kosin ársins dómari.