Leita á in.fo

Hoyr Elisabeth Purkhús hjá Mjølnir seta orð á 0-3 tapið ímóti KÍF (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 13.02.2018 (21:35)

Elisabeth: Mjølnir kom ov seint í gongd

KÍF liggur nú á øðrum FM-finaluplássinum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum.


Tað gjørdist greitt í kvøld, tá kollafjarðakvinnur vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

Í fyrsta settinum leikaði rættiliga javnt á, og endan var, at KÍF vann 25-22. Í øðrum og triðja setti var eingin ivi. Fyrst vann KÍF annað sett 25-14, og síðani triðja sett 25-16.

 

Fleyr er oddalið við 24 stigum. KÍF og Mjølnir hava 14 stig hvør, men KÍF hevur betri settmun, og hevur enntá spælt ein dyst færri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Elisabeth Purkhús hjá Mjølnir aftaná dystin.

 

Elisabeth Purkhús ásannar, at í øllum trimum settunum kom Mjølnir ov seint í gongd. KÍF hevði fingið sær eina góða og trygga leiðslu, og so var tað ov langur vegur hjá heimaliðnum at venda dystinum. 

 

Elisabeth Purkhús slær fast, at hóast tapini seinastu tíðina í landskappingini og í steypakappingini, so hevur Mjølnir eitt gott lið, og enn hava tær ein møguleika at røkka FM-finaluni.

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF hoyrist HER

 

Frásøgnin av teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og samanumtøkan hjá Thorvaldi Danielsen, viðmerkjara hoyrast HER

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her