Elly: Eg vil – men kann ikki

Daniel ”Elly” Pedersen er ferdigur í HB, men vildi ynskt tað var øðrvísi

Fyrr í dag kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at Daniel ”Elly” Pedersen ikki heldur fram í felagnum. Partarnir hava avgjørt at uppsiga sáttmálan. Høvðusorsøkin er, at danski áleyparin ikki megnar at spæla á graslíkinum uttan at fáa skaðar.

 

Les eisini: "Elly" ferdigur í HB

 

- Vit eru sannførdir um, at tað er graslíki, sum er orsøkin til yvirbelastningin. Kroppurin hjá mær hevur ikki klára at umstillað seg til at spæla á graslíkinum. Tí eru vit samdir um, at besta loysnin er at uppsiga sáttmálan, sigur Daniel ”Elly” Pedersen við bold.dk.

 

Hann hevur seinastu tíðina verið í Danmark til viðgerð og skaða lagaði seg, men so skjótt hann kom aftur til Føroyar kom skaðin aftur.

 

- Eg havi spælt upp á pínistillandi og havi verið noyddur at sita uppi, meðan eg havi sovi, tí eg ikki fái strekt beini orsaka av pínu, sigur Daniel ”Elly” Pedersen og leggur afturat:

 

- Tað er ongin orsøk til at bróta seg sundur, tá tað ikki riggar. Eg vil gjarna verða her og spæla fótbólt, men tað kann eg ikki. Tað nívur meg, men eg havi havt nakrar góðar upplivingar her og talan er um eitt gott felag, sigur Daniel ”Elly” Pedersen við bold.dk.

 

Nógv bendir á, at hann endar aftur í barndómsfelagnum, Frem. Daniel ”Elly” Pedersen spældi fýra dystir fyri HB og skoraði heili sjey mál, men tey komu øll í risasigrinum á MB í steypakappingini.