Enn ein heimasigur til Kjartan og Fyllingen

Fyllingen Bergen vunnu greiðan sigur 32-24 (21-12) heimasigur á Nøtterøy. Kjartan Johansen skoraði fýra mál

Teir megna tað ikki úti, har teir hava bert fingið eitt stig í seks dystum, men teir megna tað heima, Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Ígjár vunnu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen enn ein heimasigur. Í fimm heimadystum hevur Fyllingen Bergen fýra sigrar og ein javnleik. 

 

Fyllingen Bergen vann ein tryggan 32-24 sigur á botnliðnum, Nøtterøy. Longu í steðginum sást hvønn veg tað bar. Tá liðini fóru til hálvleiks var Fyllingen Bergen greitt á odda 21-12. 

 

Kjartan Johansen gjørdi sítt, og skoraði fýra mál. Sigurin merkir, at Fyllingen Bergen er framvegis millum átta tey fremstu liðini, sum vinna seg víðari aftaná grundspælið. Fyllingen Bergen er nummar sjey í deildini við 10 stigum fyri 11 dystir.

 

Komandi mikukvøld hevur Fyllingen Bergen heimadyst ímóti Drammen, sum í løtuni er nummar trý í deildini. 

 

Støðan:

 

Grundigligan: 
1.Halden12912403:32519
      
2.Arendal11812349:29817
      
3.Drammen11803326:29616
      
4.Elverum9711305:25115
      
5.Haslum HK11533304:31413
      
6.Bækkelaget11425320:31510
      
7.Fyllingen11425318:32910
      
8.Falk10406240:2788
      
9.Sandnes11407280:3258
      
10.Bodø11317314:3267
      
11.Kolstad11317295:3207
      
12.Nøtterøy110011276:3530