Leita á in.fo

mynd: visir.is

Pætur Albinus 18.09.2017 (20:55)

Enn eitt 8-0-tap

Føroyska kvinnulandsliðið skuldi í kvøld royna at reisa seg aftur eftir hørðu byrjanina upp á HM-undankappingina, sum tær fingu við 8-0-stórtapi ímóti Kekkia á Tórsvølli síðsta hóskvøld. Mótstøðuliðið í kvøld var Ísland, sum liggur enn hægri enn Kekkia á heimsstyrkislistanum. Tær liggja nummar 21, meðan Kekkia er nummar 37.


Ísland prógvaði eisini sína støðu sum stórfavorittur heima á Laugardalsvøllinum, og longu í triðja minutti legði vandamikli áleyparin, Elín Metta Jensen, Ísland á odda 1-0. Fyrri hálvleikur var eitt langt íslendskt álop, og Ísland fór eisini púra uppiborið til hálvleiks á odda 4-0.


Aftur í seinna hálvleiki gingu bert fáir minuttir til bólturin aftur var í føroyska málinum. Tað var Gunnhildur Yrsa Jónsdóttir, sum gjørdist tvífaldur málskjútti við at gera tað til 5-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdi Fanndís Friðriksdóttir tað til 6-0.


Eftir hetta var tómgongd í eina góða løtu. Møguliga setti Ísland ferðina niður, men Føroyar vardu væl hesa løtuna. Seinastu fáu minuttirnar fekk Ísland tó tvey mál afturat, og harvið taptu tær føroysku kvinnurnar 8-0 fyri aðruferð upp á fáar dagar.


Næstu dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður 24. oktobur. Tá spæla tær á útivølli ímóti Týsklandi.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum í kvøld, kann lesast niðanfyri hesi hagtølini:


Ísland – Føroyar 8-0 (4-0)

1-0: Elín Metta Jensen, 3.

2-0: Gunnhildur Yrsa Jónsdóttir, 17.

3-0: Elín Metta Jensen, 26.

4-0: Sara Björk Gunnarsdóttir, 39.

5-0: Gunnhildur Yrsa Jónsdóttir, 47.

6-0: Fanndís Friðriksdóttir, 65.

7-0: Berglind Björg Þorvaldsdóttir, 89.

8-0: Fanndís Friðriksdóttir, 90.


Føroyar: Anna S. Hansen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen, Maria K. Thomsen – Olga Kristina Hansen – Eyðvør Klakstein (56. Milja R. Simonsen), Ansy Sevdal, Rannvá B. Andreasen (68. Margunn Lindholm), Ásla Johannesen (77. Durita Hummeland) – Heidi Sevdal

Gult kort: Heidi Sevdal


Liðugt: Ísland vann 8-0.


90min.: Fimm minuttir eru lagdir afturat.


90min.: 8-0 til Ísland! Fanndís Friðriksdóttir við einum perlumáli, ið hon smekkar upp í handara horn.


89min.: 7-0 til Ísland! Innskifta Berglind Björg Þorvaldsdóttir stútar bóltin í málið til 7-0.


87min.: Sandra María Jessen smekkar til úr 20 metrum, og bólturin brestur í stongina og út til føroyskt málspark.


80min.: Ísland er framvegis omaná, men Føroyar verja væl í løtuni.


77min.: Føroyar fremja sína triðju og seinastu útskifting. Durita Hummeland avloysir Áslu Johannesen.


75min.: Milja R. Simonsen er um at gerast leys í mótálopi, men tær íslendsku eru eisini kvikar og fáa vart fyri.


70min.: Anna S. Hansen svarar væl aftur við einari stórbjarging!


68min.: Føroyar fremja sína aðru útskifting. Margunn Lindholm kemur inn, og út fer Rannvá Andreasen.


65min.: 6-0 til Ísland! Frísparksinnlegg ferðast allan vegin í málið. Føroyski málverjin, Anna S. Hansen, fer púra skeiv av bóltinum.


64min.: Heidi Sevdal fær gula kortið fyri eina takkling.


62min.: Ísland stútar bóltin á stongina.


56min.: Føroyar fremja sína fyrstu útskifting. Milja R. Simonsen kemur inn í staðin fyri Eyðvør Klakstein.


54min.: Føroyar hava fríspark, sum tær senda innfyri, men Ísland ruddar burt.


47min.: 5-0 til Ísland! Gunnhildur Yrsa Jónsdóttir skorar sítt annað mál í kvøld og hevur økt til 5-0.


Hálvleikur: Ísland hevur havt 77% av spælinum og er uppiborið á odda 4-0.


43min.: Heidi Sevdal er tætt við at koma í góða støðu, men íslendska verjan fær vart fyri. Vit fáa loksins spælt nakrar spælingar ímillum okkum. Hetta var fyrsta veruliga føroyska álopið.


39min.: 4-0 til Ísland! Liðskiparin, Sara Björk Gunnarsdóttir, stútar eitt hornasparksinnlegg í málið.


35min.: Hetta er eitt langt, langt íslendskt álop. Føroyar gúppa bóltar burtur, og so regna álopini omanyvir føroysku verjuna.


26min.: 3-0 til Ísland! Eitt langt innlegg verður sent innfyri, og har stútar Elín Metta Jensen bóltin í málið. Anna S. Hansen fær hondina á bóltin, men hann smýgur sær hóast alt inn í málið. 3-0.


20min.: Hornaspark til Ísland. Dagný Brynjarsdóttir stútar bóltin á yvirliggjaran. Føroyska verjan ruddar burtur.


17min.: 2-0 til Ísland! Elín Metta Jensen sneiðir seg runt um føroysku verjuna og sleppur á baklinjuna, leggur bóltin útfrá, og har skorar Gunnhildur Yrsa Jónsdóttir lættliga til 2-0.


15min.: Ísland er um at fáa skot á gott innlegg, men tær raka ikki bóltin, og Føroyar fáa ruddað burt.


10min.: Ísland er greitt omaná.


3min.: 1-0 til Ísland! Ísland hevur longu lagt seg á odda 1-0. Málskjútti var áleyparin, Elín Metta Jensen.


Undan dystinum: Dómarin í kvøld er úr Svøríki, og hon eitur Sara Persson.


Undan dystinum: Tað er einki at taka seg aftur í, at Ísland er stórfavorittur í kvøld. Ísland er nummar 21 á heimsstyrkislistanum, har Føroyar eru nummar 69.


Føroyska byrjunaruppstillingin: Anna S. Hansen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen, Maria K. Thomsen – Olga Kristina Hansen – Eyðvør Klakstein, Ansy Sevdal, Rannvá B. Andreasen, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her