Enn eitt steyp til Neistan

Gentur 18 hjá Neistanum vunnu steypafinaluna á Kyndli

Steypafinala Gentur 18

Neistin - Kyndil 24-18



Eftir at mansliðini hjá Neistanum og Kyndli var avgreidd, skuldu somu feløg spæla aftur. Hesaferð við gentum undir 18 ár.

Nógvir kenningar frá fremstu kvinnuliðunum hjá feløgunum sóast aftur liðunum, har millum annað Súna Krossteig Hansen, ið gjørdist dagsins leikari í kvinnufinaluni, var á kyndilsliðunum.

 

 

 

Aftturat henni vóru leikarar sum Beinta Lindberg Hansen, Karin Skylv Midjord og Alda av Skarði eisini at síggja fyri aðru ferð í dag hjá Kyndli.

 

 

Hjá Neistanum vóru tað leikarar sum Hjørdis Viðstein,og Ingunn Kristina Persson, ið kendust væl aftur frá SMS-deildini.

Og kyndilsgenturnar fóru ikki at leggja afturat steypasigrinum fyrr í dag, tí Neistin var oman á at kalla allan dystin.

 

Í hálvleikinum var støðan 10-14 til Neistan, og grønu grannarnir megnaðu ikki at svara aftur í seinna hálvleiki.

 

 

Úrslitið gjørdist 24-18 til Neistan, ið kann kalla seg steypavinnara hjá Gentum 18.

Rúna Larsen hjá Neistanum var kosin dagsins leikari.

 

Um eitt bil hava dreingir 18 hjá Neistanum møguleika at gera eitt steypahattrikk í kvøld. Tað verður í steypafinaluni móti StÍF.

Dysturin kann stroymast við at trýsta  her

 

Úrslitið gjørdist 24-18 til Neistan, ið kann kalla seg steypavinnara hjá Gentum 18.

Rúna Larsen hjá Neistanum var kosin dagsins leikari.