Leita á in.fo

Aftur í dag mistu Dánjal á Lakjuni og liðfelagarnir í ÍF ímóti dystarenda

Heri Simonsen 18.06.2017 (21:45)

Enn eitt súrt tap ímóti dystarenda

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF aftaná Dánjal og liðfelagarnir høvdu tapt 1-2 ímóti EB/Streymi á heimavølli í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Dánjal á Lakjuni heldur tað verða ógvuliga súrt aftur í dag at tapa ímóti dystarenda. Tað er hent alt ov ofta hjá ÍF, at teir hava tapt dystir og mist stig í teimum seinastu minuttunum. Dánjal ásannar tó, at EB/Streymur var tað betra liðið í fyrra hálvleiki.

 

Nú setur Dánjal á Lakjuni sína lít til, at hópurin verður styrktur til seinnu helvt av kappingini, tí sum er nú er hópurin ov tunnur. Eru leikbann og skaðar sæst tað aftur beinavegin hjá ÌF. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her