Enskur styrkur til 07 Vestur

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við enskan spælara

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við Charlie Machell, sum hevur royndarvant við felagnum í seinastuni. Hann er onglendingur og spælir á miðjuni, skrivar Jn.fo

 

Talan er um ein 23 ára gamlan miðvallara, sum skal styrkja um miðvøllin. Hann hevur seinasta kappingarárið spælt við Thisted í næstbestu deildini í Danmark. Hartil hevur hann spælt í fýra ár í USA, har hann hevur gingið í skúla, skrivar jn.fo.

 

07 Vestur hevur havt frágongd av Jón Krosslá Poulsen, sum er farin aftur til Suðringar. 07 Vestur hevur í løtuni langt á mál, tí liðið liggur aftast í Betri deildini hjá monnum. Tó bendir einki á, at 07 Vestur hevur tveitt handklæðið í ringin, tí Jn.fo skrivar eisini, at meiri styrkur er á veg til felagið.