Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 15.07.2017 (17:00)

Erla Kongsdóttir tók Jallin í spurtinum

Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði vunnu í dag ein tættan róður ímóti Jallinum, sum annars liggur fremst á stigatalvuni.

Róðurin var sera tættur, og báðir bátarnir vóru á odda inn móti málinum. Í endaspurtinum fór Erla Kongsdóttir fram um Jallin, og hóast Jallurin svaraði aftur dygst undir málinum, fór Erla Kongsdóttir fyrst um málið og vann.

5-mannafør, kvinnur – úrslitið
1. Erla Kongsdóttir 5:21:22
2. Jallurin 5:21:26
3. Sílið 5:28:35
4. Drekin
5. Teistin
6. Tekla

5-mannafør, kvinnur – støðan
1. Jallurin 40 stig
2. Erla Kongsdóttir 37 stig
3. Drekin 30 stig
4. Teistin 19 stig
5. Sílið 17 stig
6. Tekla 16 stig