Leita á in.fo

André Olsen 13.06.2018 (00:30)

Erling raðfestir siglingstíðina fyrst

Fyri fyrstu ferð í nógv ár, hevur Víkingur í ár spælt uttan skansan í miðverjuni, Erling Dávidsson (fyrr Jacobsen). Erling Dávidsson fór undan kappingarárinum í ár til skips, tí at hann manglaði siglingstíð.

 

Tað hevur ljóða nakrar ferðir, at Erling Dávidsson skal fara at byrja aftur at spæla við Víkingi. Men sambært Erlingi sjálvum, verður siglingstíðin raðfest fyrst og fremst.

 

-       Eg havi ikki tikið nakra avgerð um fótbóltin enn, uttan at eg ætli mær at fáa siglingstíðina lidna í ár. Eg mangli áleið hálvan annan mánað siglingstíð í løtuni. Eg sleppi nokk umborð aftur síðst í august ella fyrst í september, so hálvan oktober verið eg nokk liðugur við tað.

 

Tí er ikki óhugsandi, at Erling Dávidsson kann vera at síggja á vøllinum onkran dyst í summar. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her