Leita á in.fo

Verjuskansin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, sum peikar upp í loft á myndini er illa foreintur við javnleik 0-0 á Skála

Heri Simonsen 19.03.2017 (21:00)

Eru vónbrotnir um málleysa javnleikin

Verjuskansin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen er sera illa nøgdur við bert at fáa eitt stig á útivølli á Skála í dag aftaná javnleik 0-0.

 

Jóhan Troest Davidsen heldur talan verið um ein slakan dyst, har sera lítið hendi frammanfyri málini. Tó hevði HB tann størsta málmøguleikan, tá teir raktu træverkið hjá Skála.

 

HB hevur ikki latið mál inn enn í effodeildini í ár, men Jóhan Troest Davidsen heldur ikki, at teir í verjuni hjá HB vóru undir nøkrum serligum trýsti í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Jóhan Troest Davidsen á Rás2 beint aftaná dysturin millum Skála og HB var liðugur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her