Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.06.2018 (11:57)

Europa League: B36 til Gibraltar og KÍ til Malta

Nú er greitt hvørjum B36 og KÍ skulu spæla ímóti í undankappingini til Europa League. B36 skal spæla móti St Joseph's úr Gibraltar, meðan KÍ skal spæla móti Birkirkara úr Malta. B36 skal spæla á heimavølli fyrst, meðan KÍ spælir í Malta í fyrra dystinum. Fyrri dysturin verður 28. juni, meðan seinni dysturin verður 5. juli.

 

Tað hendi annars tað merkisverda, at B36 bleiv drigið at spæla móti júst KÍ. Undan lutakastinum bleiv tó greitt frá, at tvey lið úr sama landi blivu drigin at spæla móti hvørjum øðrum, so bleiv seinni liðið flutt. 

 

Europa League:

28. juni:

B36 - St Joseph's

Birkirkara - KÍ

 

5. juli:

St Joseph's - B36

KÍ - Birkirkara

 

Lutakastið:

Europa (Gibraltar) - Prishtina (Kosovo)

Sant Julià (Andorra) - Gżira United (Malta)

Engordany (Andorra) - Folgore (San Marino)

B36 (Føroyar) - St Joseph's (Gibraltar)

Birkirkara (Malta) - KÍ (Føroyar)

Tre Fiori (San Marino) - Bala Town (Wales)

Cefn Druids (Wales) - Trakai (Litava)

 

12:06: Nú er klárt at byrja lutakastið. B36 kann sjálvandi ikki møta KÍ, tí tvey lið úr sama landi kunnu ikki møtast enn. Tí eru nøkur teknisk ting, sum skulu avgreiðast áðrenn, men tað er liðugt nú.

 

12:01: Jákup á Borg, venjari hjá B36 sigur við In.fo, at hann heldur at Prishtina úr Kosovo er torførasta mótstøðuliðið, meðan Bala Town úr Wales er næsttorførasta uppgávan.

 

11:57: Í dag klokkan 12 verður lutakastið til fyrsta umfar í Europa League. Tvey føroysk lið verður við í lutakastinum. Tey eru B36 og KÍ, meðan NSÍ ikki kemur við fyrr enn í øðrum umfari. Fyrri dysturin verður 28. juni, meðan seinni dysturin í fyrsta umfari verður 5. juli.

 

B36 er styrkismett til lutakastið, men KÍ ikki er styrkismett. Tað merkir, at B36 á pappírinum fær eitt lættari lutakast enn KÍ. Lutakastið til Champions League, har Víkingur er við, verður 19. juni.

 

B36 kann møta:

Cefn Druids (Wales)

Sant Julià (Andorra)

St Joseph's (Gibraltar)

Engordany (Andorra)

Prishtina (Kosovo)

Tre Fiori (San Marino)

 

KÍ kann møta:

Birkirkara (Malta)

Trakai (Litava)

Europa (Gibraltar)

Folgore (San Marino)

Bala Town (Wales)

Gżira United (Malta)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her