Europakappingin heldur fram

Meðan FM spenningurin er horvin, so er spenningurin stórur um, hvør fer at vinna atgongumerki til europeisku kappingarnar

Hóskvøldið vóru tveir dystir í tjúgunda umfari í Betri deildini. Í dag er nítjanda umfar, og hóskvøldið vera tríggir teir síðstu dystirnir í tjúgunda umfari, áðrenn steypafinalan verður leygarkvøldið.

Áhugin fyri finaluni millum B36 og HB er so mikið stórur, at tað nú er greitt, at øll atgongumerkini eru seld. Leygarkvøldið verður fullsett á Tórsvølli, har tað er pláss fyri 3500 áskoðarum.

 

HB er átta stig undan næsta liðnum, og tískil ber tað í løtuni ikki til at tosa um avbjóðara í FM stríðnum.

Kappingin um europeisku atgongumerkini er stór. Í henni eru KÍ, NSÍ, Víkingur og B36.

Í dag eiga KÍ, Víkingur og NSÍ heimavøll, meðan B36 verður partur av grannauppgerð á Argjum.

HB fær vitjan av Suðringum, sum halda seg hava møguleika ímóti øllum og harvið eisini suverena oddaliðnum.

 

KÍ – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

NSÍ – Skála: Per Melis Svøríki kl. 15.00

HB – Suðringar: Dagfinn Forná kl. 15.00

AB – B36: Alex Troleis kl. 15.00

 

Støðan

HB191612381449
191324341441
NSÍ181134401536
Víkingur181125311935
B36181035372433
EB/Streymur18468202818
Skála185310162718
Suðringar184311172915
AB1822148408
07 Vestur18211515467