Leita á in.fo

André Gomes er útleigaður frá FC Barcelona til Everton í eitt kappingarár.

Pætur Albinus 09.08.2018 (20:11)

Everton keypir aftur í Barca

Fyri góðari viku síðani keypti Everton franska bakkin í FC Barcelona, Lucas Digne, fyri 150 milliónir krónur, og nú er enska felagið aftur til handils hjá sponsku meistarunum. Teir hava keypt ein afturat og síðani leigað ein triðja.


Everton hevur keypt kolumbianska verjuspælaran, Yerry Mina, fyri 224 milliónir krónur. Hann kostaði FC Barcelona ein triðing av tí, tá ið hann so nýliga sum í januar varð keyptur úr brasilska Palmeiras.


Venjarin hjá FC Barcelona, Ernesto Valverde, hevði longu boðað frá, at 23 ára gamli Mina ikki kundi vænta sær spælitíð komandi kappingarár, men í sáttmálanum er tó ein treyt um, at FC Barcelona kann keypa hann aftur.


Umframt Yerry Mina, so hevur Everton eisini leigað André Gomes. Leiguavtalan við 25 ára gamla miðvallaran er galdandi í eitt kappingarár, og Everton skal rinda FC Barcelona 15 milliónir krónur umframt lønina hjá spælaranum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her