Leita á in.fo

Jóannes Hansen 19.03.2017 (19:31)

Eyðvør spældi javnleik ímóti Murcia

Í dag hevði Mislata CF, har Eyðvør Klakstein er ein av spælarunum, vitjan av Murcia í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini. Fyri dystin lá Murcia eitt pláss og tvey stig framman fyri Mislata, sum var nummar 7. Møguleiki var tí hjá Mislata at vinna seg eitt pláss longur upp á stigatalvuni.

Mislata byrjaði dystin væl og hevði yvirvág í fyrra hálvleiki. Tær høvdu tveir góðar kjansir, áðrenn tað eydnaðist at skora. Eyðvør Klakstein, sum spældi allan dystin á miðvøllinum, spældi ein viðspælara leysan við góðum stikningi, og hon sendi bóltin fram við málmanninum til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki kom Murcia meira við, og tær javnaðu stutt eftir hálvleikssteðgin. Tað gingu bert 10 minuttir, so skoraðu tær aftur og løgdu seg á odda 2-1. Seinni hálvleikur var meira javnur og gekk báðar vegir alla tíðina.

Tveir minuttir fyri leiklok javnaði Mislata, tá ið Eyðvør Klakstein sendi hornaspark inn fyri málið, og verjuspælari hjá Mislata stýrdi bóltin í málið til 2-2. Hetta var fjórða uppleggið hjá Eyðvør seinastu tveir dystirnar. 

Mislata liggur framvegis nummar 7 í deildini við 33 stigum – tað eru tvey færri enn Murcia og trý færri enn Villarreal.

Næsta vikuskifti skal Mislata spæla á útivølli í Zaragoza ímóti Transportes, sum liggur aftast í deildini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her