Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.07.2018 (16:55)

Fáið Djúpumýru at fungera

Ruðuleikin rundan um dystin hjá KÍ í morgin fær formannin í felagnum, Tummas Lervig, at senda eina áheitan til klaksvíkingar, um at fáa betra um umstøðurnar í Klaksvík, so at KÍ kann spæla sínar heimadystir har.

 

Sum skilst mugu fleiri áskoðarapláss gerast í Klaksvík, umframt at frástøðan frá vøllinum til bandarnar rundan um vøllin má økjast. Men í Klaksvík er trongt millum KÍ-høllina og Atlantis, so hetta er ikki ein heilt einføld avbjóðing at loysa.

 

Støðan kemst av, at mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa League, Zalgiris Vilnius, ikki fingu lent í gjár. Tískil mátti dysturin útsetast til í dag.

 

Í Føroyum eru bara tríggir vøllir góðkendir til altjóða fótbólt, Tórsvøllur og ovari vøllur í Gundadali og vøllurin á Svangaskarði á Toftum. Eftir ætlan skuldi KÍ spæla á ovara vølli í Gundadali og Víkingur á Svangaskarði í kvøld, meðan B36 spælir á ovara vølli hósdagin.

 

Reglurnar hjá UEFA siga eisini, at altjóða dystir ikki skulu vera dag um dag á sama leikvølli. Tí ætlaði UEFA at flyta dystin hjá KÍ yvir á Tórsvøll, hóast gamla FSF-húsið, sum millum annað hýsir skiftingarrúmunum hjá dómarum og liðum, er rivið.

 

Tummas Lervig sigur, at at enda runnu teir seg í tann trupulleika, at her eru ov fáir vøllir í høvuðsstaðnum, tá so nógv lið skulu spæla so tætt.

- Tað rennur saman allastaðni. Vit hava ov fáar vøllir, so hetta er ein áheitan á klaksvíkingar um at fáa Djúpumýru at fungera, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Tummas Lervig á FM 1.

 

Í KÍ vóru tey eisini hart ímóti at flyta dystin yvir á Tórsvøll. Einfalda orsøkin er, at KÍ metir ovara vøll at vera sín heimavøll í evropiskum kappingum. Her hevur KÍ millum annað víst á, at spælararnir eru vanir at spæla á ovara vølli, teir kenna hann betri enn Tórsvøll, teir hava góð úrslit at vísa á av ovara vølli, og at ovari vøllur hóskar betur, tá hugsað verður um hvussu nógvir áskoðarir væntandi koma til dystin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her