Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.11.2017 (15:49)

Familjan trívist ikki niðri

Peter Krogh, ársins spælari í føroyskum hondbólti í fjør, kemur aftur til H71. Tað váttar venjarin, Sonni Larsen, fyri Miðlahúsinum.

 

- Vit gleða okkum at fáa Peter Krogh heim aftur. Sum tey siga, úti er gott, men heima er best. Eg ivist ikki í, at tað er H71-familjan, sum dregur, sigur Sonni Larsen.

 

Hann sigur, at hann væntar, at Peter Krogh verður tøkur hjá felagnum frá 1. januar.

- Vit fara sjálvandi ikki bara at bíða eftir honum. Eg ivist ikki í, at dreingirnir fara at megna at spæla væl hesar komandi dystirnar, inntil Peter Krogh kemur at styrkja okkum.

 

Skive fH kunngjørdi fyrr í dag, at sáttmálin við føroyska landsliðsspælaran er uppsagdur frá 31/12-2017.

 

Skive fH sigur í tíðindaskrivi, at tað eru familjuviðurskiftini, sum gera, at hondbóltsspælarin flytur aftur til Føroya.

- Tað hevur verið torført hjá lítlu familjuni at venja seg við donsk viðurskifti, og saman við úttøkuni hjá Peter Krogh til føroyska landsliðið og venjing/dystum við Skive, blivu tað ov ofta ov nógvir tímar einsamøll heima fyri damuna og dóttrina, skrivar felagið.

 

Peter Krogh sjálvur sigur, at hann harmast um at sáttmálin verður uppsagdur.

- Men eg má fyrst og fremst vera til staðar fyri familjuna. Eg havi havt tað gott í felagnum, møtt nógvum nýggjum fólkum, sum hava tikið væl ímóti mær, men tá alt kemur til alt, so er tað ikki nokk, um familjan ikki trívist.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her