Leita á in.fo

Nú fara teir royndu sørvingarnir at venja tvær ferðir um vikuna undan steypafinaluni ímóti ÍF

Heri Simonsen 10.02.2018 (21:20)

Fara nú at venja tvær ferðir um vikuna

Eldra og sera roynda liðið hjá SÍb skal royna seg í steypafinaluni ímóti ÍF.


Tað er greitt aftaná 3-0 sigurin hjá teimum eldru, SÍb ímóti teimum yngru, SÍa í hálvfinaluni í KÍ-høllini fyrr í kvøld.

 

Settmunurin var 25-21, 25-18 og 25-22.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Inga Ole-Jacobsen hjá eldra SÍ-liðnum, SÍb.

 

Ingi Ole-Jacobsen greiðir frá, at teir eldru vóru ongantíð bangnir fyri at missa dystin. Og tá teir eldru tóku eitt Time Out við støðuna 24-22 í triðja setti, so var tað fyri at taka pippið frá servaranum hjá yngra liðnum, og tað eydnaðist eisini. Bólturin bleiv servaður í netið, og SÍb hevði vunnið.

 

Ingi Ole-Jacobsen sigur, at hann hevði væntað meir av tí yngra SÍ-liðnum. 

 

Ingi Ole-Jacobsen staðfestir, at nú mugu teir eldru heldur venja tvær ferðir um vikuna fram til steypafinaluna. Gjøgnum veturin hevur tað rokkið við einari venjing um vikuna. 

 

Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen frá yngra SÍ-liðnum HER

 

Hoyr avgerandi bóltarnir í dystinum, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og hoyr samanumtøkuna hjá Janu Egholm, viðmerkjara HER

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her