Fara til Danmarkar at boksa

Sjey føroyingar luttaka í boksikapping í Danmark um vikuskiftið.

Um vikuskiftið fara føroyskir boksarar úr felagnum Tórshavn Boksing til Danmarkar at luttaka á boksistevnu, sum verður í Nykøbing á Sælandi. Í alt fara 11 úr føroyskari boksing avstað.


Sjey føroyskir boksarar skulu dystast. Fimm skulu í sokallaðar diplom-dystir. Teir eru Teitur Jákupsson, Levi Høgnason Hammer, Jonathan Malaikev, Benjamin Baadsager og Andreas Dam Poulsen.


Tveir føroyingar skulu boksa sokallaðar elitudystir. Teir eru Tróndur Djurhuus Kjærbæk og Martin Johansen.


Føroyski hópurin býr og venur hjá AK Falken í Frederikssund, har teir venja við í morgin fyri at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til dystirnar leygardagin.