Leita á in.fo

Mynd: (faroechess.com) Høgni Egilstoft Nielsen

Tróndur Arge 16.07.2017 (23:54)

Faroes Open: Høgni bjóðar av

20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen (2323) bjóðar av í talvkappingini Faroes Open. Í dag vann hann við svørtum móti Sjúrði Thorsteinssyni (2191). Við sigrinum hevur Høgni nú 4½ stig av 6 møguligum saman við tveimum øðrum telvarum, og har er bert ein, sum er framman fyri á stigatalvuni. Tað er indiski IM Srinath Narayanan (2505), sum aftur vann í dag ímóti GM Allan Stig Rasmussen (2540).

 

Les eisini: Rógvi fall í oddadysti

 

Tað er eisini vert at nevna, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur havt torføra mótstøðu á vegnum. Hann hevur eitt nú vunnið á GM Normunds Miezis (2447) og telvað javnt ímóti GM Helga Dam Ziska (2544), IM Srinath Narayanan (2505) og IM Martin Haubro (2365). Hetta eru alt telvarar, ið eru hægri rataðir enn Høgni Egilstoft Nielsen sjálvur.

 

Les eisini: Rógvi á odda

 

Ein annar ungur sandavágsmaður, Jón í Horni Nielsen (1557), hevur eisini havt eina sera góða kapping higartil. Hann hevur í løtuni 3½ stig, og í dag vann hann ein flottan sigur móti Herluf Hansen (2048). Jón í Horni Nielsen hevur í morgin svart ímóti dananum Mikkel Manosri Jacobsen (2247).

 

Meira kunning um kappingina er at finna á heimasíðuni www.faroesopen.com.