Favoritturin úti í meistarligum spæli

Dart: Michael van Gerwen er úti av PDC heimsmeistarakappingini, eftir meistarligt frá landsmanni

Favoritturin at vinna stóru PDC heimsmeistarakappingina, Michael van Gerwen úr Hollandi, tapti í kvøld fyri landsmanninum Raymond van Barneveld í 1/8 finlauni. Talan var um ein tann best og mest spennandi dystin í nýggjari tíð, sum Raymond vann 4-3 í settum.

 

48 ára gamli Raymond van Barneveld var alt annað enn favorittur móti 26 ára gamla Michael van Gerwen, sum í løtuni er nummar eitt á heimslistanum, eftir eitt framúr ár.

 

Royndi Raymond vísti tó skjótt, at hann ikki var komin á vøllin fyri at leggja kongin. í løtum var talan um framúr dart, har báðir høvdu yvir hundrað í miðal trý tey fyrstu settini. Tað einasta, sum manglaði í dystinum var ein sokallaður “níggju dartari”, har ein spælari klára at koma frá 501 til null við bara níggju pílum. Raymond var neyvari, tá mest stóð á og vann avgerandi settið, og harvið dystin 4-3.

 

Dart er í hesum døgum at síggja á TV3 Sport2. Talan er um PDC heimsmeistaraheitið, sum verður spælt í Alexandra Palace í London. kendastur av luttakarunum er 16 faldi vinnarin Phil “The Power” Taylor, sum spælir í morgin. Verandi meistarin, skotin Gary Anderson, er saman við Raymond van Barneveld í fjórðingsfinaluni.