Leita á in.fo

Feðgarnir, Jørgen Niclasen og Julian Vest Niclasen møtast í hálvfinaluni í steypakappingini í flogbólti í KÍ-høllini í annaðkvøld klokkan 19 (Mynd: Marita Thorsvig)

Heri Simonsen 09.02.2018 (18:15)

Feðgar á Ferð til Klaksvíkar at dystast

Í flogbóltshøpi er bygdin Sørvágur splittað í morgin, tí SÍa og SÍb skulu spæla hálvfinalu í KÍ-høllini í annaðkvøld klokkan 19 um hvør skal møta vinnaranum av dystinum ÍF-Mjølnir í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn, sum verður spæld leygardagin 24. februar.

 

Heimið Niclasen er eisini splittað, tí pápin, Jørgen spælir við SÍb og sonurin, Julian spælir við SÍa.

 

Kona Jørgen, Anna Lena hevur meldað út, at hon heppar á sonin, og tað hava hini í húsinum eisini boðað frá, at tey gera. Jørgen Niclasen kennir seg sostatt rættiliga einsamallan í flogbóltshøpi í hesum døgum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt øðrvísi flogbóltsprát við Jørgen Niclasen og Julian Vest Niclasen.

 

Dystirnir í KÍ-høllini í morgin eru annars hesir:



13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)

 

 

Rás2 sigur frá øllum hálvfinalunum. Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Hoyr prátini Óli G. Samuelsen gjørdi við umboð fyri Fleyr, Mjølnir, Dráttur, ÍF og TB HER

 

(Tey sum Óli G. Samuelsen prátar við á ljóðfíluni eru:

 

1) Lena Hallgren (Fleyr)

2) Jóhann Lützen (Mjølnir)

3) Jan Johannesen (Dráttur)

4) Bjarni Larsen (ÍF)

5) Otto Gram (TB)

6) Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari hjá monnum.)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her