Leita á in.fo

Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 var eisini prátað við Pola J. Hansen, sum er pápi Kjartan Johansen, sum spælir við føroyska U21 landsliðnum

Heri Simonsen 08.01.2017 (22:15)

Fegnir pápar, venjarar og fjepparar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tær seks samrøðurnar, sum vóru í tí spontana "Triðja Hálvleikinum" á Rás2, sum var stáplaður upp á beinini í samband við søguliga bragdið hjá føroyska U21 manslandsliðnum í hondbólti, sum aftaná sigrar á Finnlandi, Sveis og Ìsrael vann seg í HM-endaspælið, sum tað fyrsta føroyska liðið í liðítrótti nakrantíð.

 

Ringt var til pápar til spælarar, sum eisini eru venjarar, annan venjara, umboð fyri HSF, ein fjeppara og hallarvarparan hjá HSF.

 

Prátini í sendingini koma í hesari raðfylgjuni :

 

1) Ásbjørn Nielsson Nattestad, landsliðsfjeppari og umsitari av "Hondbóltskjak" á Facebook.

2) Jan Ottosen, fyrrverandi venjara hjá KÍF og VÍF.

3) Hallur Danielsen frá landsliðsnevndini hjá HSF.

4) Claus Rasmussen, sum er pápi Teis Horn Rasmussen, sum spælir á føroyska U21 landsliðnum. Claus er eisini venjari.

5) Otto I. Jacobsen, hallarvarpara hjá HSF.

6) Pole J. Hansen, sum er pápi Kjartan Johansen, sum spælir á føroyska U21 landsliðnum. Pole er eisini ein væl kendur venjari. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her