Fer at umhugsa Kina

Tað kann henda, at Mark Clattenburg framyvir fer at døma fótbólt í Kina.

Ársins dómari í Onglandi, FIFA-dómarin Mark Clattenburg, hevur seinastu dagarnar verið settur í samband við kinesisku Super League, sum sigst vilja rinda honum eina rimmar løn fyri at skifta Premier League út við kinesiskan fótbólt.


41 ára gamli Mark Clattenburg hevur í ár dømt finalurnar í FA Cup, Champions League og EM. Tískil kann tað hugsast, at finalurnar framyvir verða lutaðar øðrum dómarum, og at Clattenburg fer at royna aðrar leiðir. Tey tíðindini vil hann ikki avsanna.


- Kina ynskir heilt greitt at menna fótbóltin, um hugt verður eftir hvørji fólk teir seta í starv. Eg havi sáttmála við Premier League, men um møguleikin er til staðar, so verði eg noyddur at hyggja at langtíðarætlanunum við mínari døming, sigur Clattenburg í samrøðu við The Guardian.


- Hvussu leingi kann eg halda fram við at døma? Eg havi dømt Premier League í 12 ár. Tað hava verið 12 fantastisk ár. Í løtuni er einki tilboð á borðinum (úr Kina, red.), men um teir geva mær eitt tilboð, so fari eg heilt greitt at umhugsa tað, sigur Clattenburg, sum tó staðfestir, at hann trívist væl at døma fyri Premier League og UEFA.


Um Mark Clattenburg ikki tekur av møguliga tilboðnum úr Kina á hesum sinni, so sigur hann seg vera sinnaðan at hjálpa kinesiska fótbóltssambandinum at betra um dómarstøðið í landinum eftir at hansara leið sum dómari er av.