Leita á in.fo

Mynd: (Italska hondbóltssambandið/Isabella Gandolfi) Føroysku spælararnir heilsa upp á spælararnar hjá Ukraina

Tróndur Arge 13.01.2018 (00:40)

Ferðafrásøgn: Shit teir eru stórir

Seinasta ferðafrásøgnin endaði við, at dysturin móti Ukraina byrjaði. Tað fyrsta eg hugsi er, at teir eru allir eitt høvd ella tvey størri enn okkara. Tá spælararnir koma á vøllin ganga teir forbí hvønn annan og heilsa upp á við at geva “high five”. Flestu av okkara mugu strekkja seg, fyri at røkka upp. “Shit teir eru stórir” hugsi eg innantanna – mikrofonin er frá.

 

Føroyar - Italia (Leygarkvøldið klokkan 19.45) Beinleiðis á Rás2

 

Vit eru ongantíð ordiliga við í dystinum, tí Ukraina spæla við fullari ferð, meðan okkara ikki eru heilt har, sum teir skulu. Tað ger, at mótstøðuliðið lættliga kemur til síni mál, meðan okkara mugu berjast fyri at koma til skot, sum teir so omaná tað heila senda á stongina. Eitt afturvendandi tiltak.

 

Avbjóðingin við internetinum er eisini í høllini. Eg skal brúka eitt lan-stikk, men tað er ikki í høllini. Bara Wi-Fi! Loysnin er ein nýggjur dimsur, sum eg sleppi at lána frá italska hondbóltssambandinum. Tey eru sera fyrikomandi og loystu trupulleikan fyri meg upp á fimm minuttir. Frálíkt!

 

Saman kann sigast um fotografin hjá italska hondbóltssambandinum. Isabella Gandolfi fortelur íðin frá, at hon eigur ein 16 ára gamlan son, sum eisini spælir hondbólt. Prátið endar við, at vit sleppa at brúka myndirnar hjá henni. Takk fyri tað!

 

Landsliðið hjá okkum er ikki væl samanspælt. Øll royna at halda maskuni og tosa positivt, men sannleikin er, at vit eru langt frá tí, ið vit kunnu klára. Kanska eini fimm ár, har somu spælararnir velja at satsa upp á hondbólt og venja saman.

 

Føroyar tapa dystin 30-22, men tað er eisini í ordan. Teir eru størri, sterkari og raka ótrúliga væl málið. Eftir dystin hyggi eg eftir Rumenia-Italia saman við landsliðsvenjarunum. Eg haldi ikki rumenarnir síggja so stórir út, men nú sita vit eisini einar 5-6 metrar upp frá og hyggja.

 

Vit eru ov lítil

Á gistingarhúsinum er lagið hóast alt gott. Spælararnir vita, at hetta var ein stórur biti, men eisini at teir kunnu reisa seg til dystin móti Rumenia. Um kvøldið verður tosað um hvussu føroyskur hondbóltur í framtíðini kann bjóða av.

 

Tú kanst venja nógv, men tú kanst ikki venja spælarar at blíva hægri. Eg komi í tankar um eina samrøðu eg hevði við Sonni Larsen, landsliðsvenjara, í fjør. Hann vísti á ein kendan trupulleika við børnum, sum eru høg av vøkstri. Tey missa mangan hugin til ítrótt í árunum, tá motorikkurin ikki klárar at fylgja við. Lykilin er at halda teimum framat, tí tað kemur aftur seinni. Kanska duga vit ikki tað í Føroyum, tí ongin óvanliga stórur spælari er at síggja á landsliðnum. Hugsið um tað.

 

Kamar nummar 220

Mest vitjaða kamarið á gistingarhúsinum er nummar 220. Tað er viðgerðarkamari. Har samlast allir spælararnir, sum skulu til viðgerð ella í ísbað. Onkur setur seg bara í, meðan aðrir nærmast mugu tveitast í. Fríði Weyhe er ein av teimum, men hann viðurkennur tað. Hann fekk annan fótin í. Verri gongur hjá Helga Hoydal. Hann hevur ilt og sigur, at hann fær ikki spælt aftur, eftir at hann beklaði í dystinum.

 

Dagurin endar við eini samling, har venjarar og spælarar hava orðið. Høgni Klein Olsen úr Kyndli hevur fingið til uppgávu, at greiða frá um Rumenia, sum er komandi mótstøðuliðið. Hann hevur lisið væl upp á og fortelur eisini um fleiri av rumenunum, sum hava givið nógv til føroyskan hondbólt. At enda er boðskapurin, at ongin er ov stórur til at liggja niðri.

 

Spennandi eina løtu

Tað er ein avslappur stemningur í dag, tá dysturin móti Rumenia er. Bæði til morgunmat og døgurða er lítið prát. Daman í køkinum, sum eisini situr í móttøkuni, er nú blíð sum fá. Hon er ein av hesum, sum er torfør at rokna út. Hon er ill, tá vit spyrja um meiri vant, men flennur, tá hon setur tað á borðið. Eg haldi at okkara sjarmerandi spælarar hava vunnið á henni – nú smílist og flennur hon fyri tað mesta.

 

Helgi Hoydal verður sendur á sjúkrahúsið, men lovar at verða viðmerkjari á Rás2, um hann er aftur áðrenn dystarbyrjan. Tað er hann, men við beinskinnara á. Hann hevur brotið ytsta beini í vinstra fóti. Hann skal helst sita uttanfyri í tveir mánaðir.

 

Hann hevur góðar taligávur og stendur seg væl sum viðmerkjara. Men aftur leggi eg merki til, at hinir eru størri enn vit. Serliga bakk-ketan. “Shit teir eru stórir” hugsi eg. Eina løtu er spennandi, tá vit koma niður á 10-9, tá tað eru 20 minuttir spældir.

 

So missa vit takið og eru ikki við aftur, fyrr enn tað er ov seint. Vit brenna eisini fleiri stórar møguleikar og tapa 20-28. Tað ljóðar sum ein skøvað fløga, men hetta krevur tíð. Landsliðið skal nokk blíva betri, tí tað er enn nógv ting, sum vit kunnu gera nakað við, sum ikki rigga.

 

Liðið er mannað av spælarum, sum hava hondbóltin sum fremstu raðfesting. Sjey spælarar hava spælt á U21 so seint sum í summar, so aldurin er við okkum. Liðið hevur bara havt tríggjar samlingar og seinastu dystirnir vóru fyri einum ári síðani. Tað skal nokk koma.

  

Skriva søgu?

Søgan sigur, at vit hava ongantíð vunnið ein HM ella EM undankappingardyst – er mær fortalt. Í morgin (leygardagin) spæla vit móti veikasta liðnum í bólkinum – umframt okkum. Italia hava vit fyrr spælt upp í móti. Trupulleikin er bara, at meðan eg siti og hyggi í høllini, og skrivi hesa reglurnar, er Italia á odda 23-21 og tað er tíggju minuttir eftir.

 

Tað blívur so spennandi, at eg velji at bíða við at trýsta á send. Heima í Føroyum eru boðini, at tað er trýst á heimasíðuni, tí samgongan hevur mist enn ein lim. Í somu løtu kemur Fríði Weyhe við brotnari hond. Nú líkjast samgongan og landsliðið. Tey klára illa nokk at telja upp í ávikavist 17 og 16. Nú eru bara 14 spælarar tøkir til dystin móti Italia. Hvussu galið verður tað hjá samgonguni, tá eg vakni í morgin?

 

Apropos Italia, so vinna teir 29-28 í seinastu sekundunum. Allir tankar um, at teir fóru at tapa stórt móti endanum, og hava brúkt allar kreftirnar fara í vaskið. Teir fegnast saman við fleiri hundrað áskoðarum í Palasport høllini í Bolzano.

 

Síggj avgerandi málið og fagnaðin við at trýsta HER (Mást hava Facebook fyri at síggja)

 

Hetta verður ikki nemt, men vit kunnu skrivað søgu í morgin, men tað kemur at krevja nógv av okkum!

 

Tróndur Arge – Bolzano, Italia

 

Ferðafrásøgn út Italia:

 

1. partur: Úr Føroyum til Bolzano

2. partur: Einki Wi-Fi

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her