Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.03.2017 (09:33)

Filip: Ein harður dystur

Víkingur vann í gjár 1-0 á NSÍ í 2. umfari í landskappingini. Einsamalli málskjútti í dystinum, Filip Djordjevic, er fegin um málið og sigurin.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

- Eg kom at standa púra leysur eftir horna. Ongin fylgdi mær, so eg royndi bara at plasera bóltin í málið, sigur Filip Djordjevic.

 

Les eisini: (Video) Her vinnur Víkingur á NSÍ

 

NSÍ spældi heldur óvæntað javnleik 1-1 í fyrsta umfari móti uppflytarunum úr EB/Streymi, meðan Víkingur spæla 1-1 móti B36 í Sarpugerði.

 

- Hetta var ein harður dystur. NSÍ er eitt lið, sum eins og vit kempar fyri at koma í topp fýra, sigur Filip Djordjevic.

 

Víkingur hevur nú fýra stig eftir tvey umfør.