Filip var avgerandi

Her eru metingarnar av avrikinum hjá Víkingi í sigrinum ímóti B36.

Víkingur vann sær í dag trý týdningarmikil stig til oddastríðið í Effodeildini, tá menninir úr Gøtu og Leirvik knógvaðu meistarunum úr B36 við einum 2-0-sigri í Gundadali.


Filip Djordjevic skeyt fyrra málið og átti eisini stóran lut í tí seinna, sum er skrásett sum sjálvmál. Tað sæst aftur í leikarametingunum av Víkinga-leikarunum, sum eru at lesa niðanfyri:


Geza Turi (4)

Hevði nøkur illa umhugsað útspørk, sum vóru tætt við enda í málinum, men spældi seg upp aftur við tveimum framúr bjargingum. Helt búrið reint, og tað má geva yvir miðal.


Gert Hansen (3)

Víkingur hevði ikki bóltin nóg nógv, til at hann kundi trína fram í álopspartinum, men í verjupartinum var hann drúgvur og álítandi.


Atli Gregersen (3)

Kanska ikki tann mest eyðsýndi í verjupartinum hendan dystin, men hann var ein góður leiðari og savnaði verjupartin, sum í dag legði eitt gott liðavrik eftir seg.


Erling Jacobsen (4)

Hevði í fyrra hálvleiki serliga gott tamarhald á Sebastian Pingel. Vann nógvar luftdystir, og at dystarenda vardi hann fyri í fleiri umførum.


Hanus Jacobsen (4)

Tykist vera svangur eftir drúgva skaðasteðgin. Hevði úr at gera í fyrra hálvleiki, men stríddist væl og loyvdi einans hálvforkølaðum innleggum. Ágrýin og vann nógvar nærdystir.


Filip Djordjevic (5)

Lívligi serbin var tann, sum hevði eitt eyka gear og var stóri munurin á liðunum í dag. Við einum máli – nærmari tveimum – gjørdist hann sigursharri og dagsins leikari.


Hans Jørgen Djurhuus (3)

Var beinleiðis og stundum harðligur í sínum spæli. Fekk eitt gult kort og virkaði sum ein eyka verjuleikari – soleiðis, sum vit kenna hann best.


Sorin Anghel (4)

Hevði tað striltið í fyrra hálvleiki, men drúgvu royndirnar vístu seg. Okkurt bólttap, men gjørdi nógv rætt. Var ein av høvuðsmonnunum í uppruddingararbeiðnum.


Sølvi Vatnhamar (3)

Var ikki eins eyðsýndur, sum hann hevur verið so mangan áður, men hann trein fram, tá ið á stóð. Legði upp til 1-0-málið.


Hans Pauli Samuelsen (3)

Tey góðu uppspøl, sum Víkingur hevði, átti hann aloftast ein fót við í. Skapti ikki nógv vandamikið, men skapti frið við at halda upp á bóltin.


Finnur Justinussen (4)

Um ein áleypari skal hava yvir miðal uttan at skjóta mál, so má tað vera Finnur í dag. Legði upp til eitt mál og byrjaði álopið til 2-0-málið við hegnisligari vending. Tekniskt høgt støði.