Finalistarnir hittast aftur

Hondbóltur: Í kvøld byrjar Faxe Kondi-kappingin hjá monnum

Faxe Kondi-kappingin hjá kvinnum fór av bakkastokki mikukvøldið, og í kvøld eru tað síðani menninir, sum eiga tørn. Fýra mansdystir verða spældir hetta vikuskiftið, men bert ein av hesum verður spældur í kvøld. Hesin dystur verður spældur í bólki 1 í Hoyvíkshøllini, har H71 tekur ímóti Neistanum. 

 

Talan er um tvey lið, sum í steypakappingarhøpi kenna væl til hvørt annað. Í fjør vóru tað nevniliga júst hesi bæði liðini, ið rukku alla vegin í finaluna. Í fyrra hálvleiki av hesum dystinum var talan um sera javnan og spennandi dyst, men í seinna hálvleiki var H71 greitt við yvirlutan og endaði við at vinna tryggan sigur áljóðandi 28-21.

 

Hini bæði liðini í bólki 1 eru KÍF og næstbesta liðið hjá H71, sum hittast í høllini í Kollafirði í morgin.

 

Kvøldsins dystur í Hoyvíkshøllini byrjar klokkan 19, og hann verður varpaður út beinleiðis á Rás2.

 

Í bólki 2, har tað somuleiðis eru fýra lið, er dystarskráin tann, at VÍF og Team Klaksvík hittast í Vestmanna, meðan Kyndil og StÍF spæla í høllini á Hálsi. Hesir dystir verða báðir spældir í morgin.