Leita á in.fo

Sonni Larsen, venjari hjá H71 setti orð á 27-25 (10-12) sigurin á Neistanum í samrøðu við Trónd Arge á Rás2

Heri Simonsen 07.02.2018 (22:30)

Fingu rættað uppá tingini í seinna hálvleiki

H71 vann sær ein lítlan fyrimun í Faxe Kondi kappingini hjá monnum við at vinna 27-25 (10-12) á Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.

 

Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum, og Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá H71, danska Sonni Larsen.

 

Sonni Larsen var ikki heilt nøgdur við gongdina í fyrra hálvleiki, har H71 var aftanfyri, men hann er sera fegin um tingini H71 fekk at rigga í seinna hálvleiki, ikki minst skjótálopini, og tað er nakað hoyvíkingar kunnu taka við sær til seinna dystin, sum verður sunnudagin klokkan 16.

 

Hoyr Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum, og hoyr Teitur Joensen taka samanum dystin HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 HER

 

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Tróndur Kragesteen hjá Neistanum HER

 

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her