Finnur heldur fram

Team Klaksvík sett høvuðsvenjara og høvuðsungdómsvenjara fyri næsta kappingarár

Norðlýsið skrivar í kvøld, at íslendski Finnur Hansson heldur fram sum høvuðsvenjari í felagnum. Hann hevur verið spælandi høvuðsvenjari seinastu tvey árini. Farna kappingarár er tað besta í søguni.

 

Team Klaksvík, sum fyrr hevur havt trupulleikar við at fáa eitt stig, fekk hetta kappingarárið ein flúgvandi byrjan. Tað endaði við 16 stigum og tað eydnaðist at yvirhála KÍF. Talan er um eitt ára sáttmála, stendur á Norðlýsinum.

 

Team Klaksvík hevur eisini sett nýggjan høvðusungdómsvenjara. Talan er um 22 ára gamla danskaran, Mathias Astrup, sum kemur úr Skive. Umframt at venja umgdómsliðini, so skal hann eisini verja málið hjá besta liðnum. Hann tekur í løtuni DHF's divisionsvenjaraútbúgvingina og kemur til Klaksvíkar í august mánað, skrivar Norðlýsið.

 

Team Klaksvík hevur eisini longt við strikuspælaran, Hörður Fannar Sigþórsson.