Leita á in.fo

Ken Sirenius, venjari hjá finska U21 landsliðnum heldur, at tað er uppiborið, at Føroyar vunnu seg í U21 HM endaspælið í Algeria (Mynd: Hufvudstadsbladet)

Heri Simonsen 08.01.2017 (22:55)

Finski Venjarin: Uppiborið at Føroyar fara til HM

Størsti svensktmælti miðilin í Finnlandi, Hufvudsstadsbladet gjørdi samrøðu við finska U21 landsliðsvenjaran, Ken Sirenius aftaná tepra 28-29 tapið ímóti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld. 

 

- Tað pínur. Hetta kenst ikki væl. Men soleiðis eigur tað at verða aftaná eitt tap, staðfestir Ken Sirenius. 

 

Um føroyska U21 landsliðið sigur Ken Sirenius: - At tapa ímóti Føroyum, einum landi við umleið 50.000 íbúgvum ljóðar ikki smikrandi. Men U21 landsliðið hjá Føroyum er eitt sterkt lið, sum vísti, at teir hoyra heima í HM-endaspælinum í Algeria. Samstundis høvdu vit allar møguleikar at vinna dystin og eitt pláss í HM-endaspælinum. Men tá mest stóð á høvdu vit ikki teir kendu marginalarnir við okkum.

 

Ken Sirenius heldur, at tað vóru onkrar 50/50 støður, sum dómararnir dømdu ímóti finnum.

 

Á jaligu síðuni undirstrikar Ken Sirenius tó, at HM-undankappingin, sum hevur verið í Føroyum farnu dagarnar hevur verið góð og lærurík fyri bæði venjaratoymið, og fyri finsku leikararnar. Ken Sirenius er vísur í, at summir av teimum finsku leikarunum fara at gerast partur av finska A-landsliðnum innan stutta tíð. 

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her